P/F Smyril Line

Endamál felagsins er at eiga og reka sjóvegis ferðafólkaflutning við ferjuni M/S Norrøna. Ferjan er í fastari sigling millum Føroyar, Danmark og Ísland. Framtak kom inn í felagið í 2005. Felagið hevur í fleiri umførum fingið nýggjan kapital, tað hava verið bæði fíggjarligir íleggjarar saman við øðrum privatum, sum hava verið við til at fíggja virksemi, sum ofta hevur verið í tungum sjógvi. Av tí henda sjóvegis ferðaflutningstænasta hevur verið einasta tilboð til ferðafólk, valdi Føroya Landsstýrið at koma við einum parti av kapitalhækkingini í 2008. Í 2015 seldi Framtak meginpartin av partabrøvunum í felagnum og TF Holding seldi allan sín partapening til P/F 12.11.11, sum er eitt felag undir samtakinum Skansi Offshore. Felagið hevur funnið eina støðuga legu og hevur haft góð úrslit fýra tey seinastu árini, har eisini hevur verið møguleiki fyri at útgjalda vinningsbýti til parteigararnar.  

Les meira um felagið her: www.smyrilline.fo