P/F Conseco (Amplexa)

Endamál felagsins er at eiga partapening í dótturfeløgum, arbeiða við ílegu- og DNA-kanningum og øðrum virksemi í hesum sambandi.

Tá Amplexa Genetics byrjaði virksemi við, var tað fyri at bjóða seg fram sum ein alternativ starvsstova innan ílegukanning. Ætlanin var, at kanningarstovan skuldi vera eitt skjótari og bíligari tilboð til sjúkrahúsini í Danmark og Føroyum. Fíggjarligir íleggjarar vóru við í verkætlanini frá byrjan, tað var fyrst við partapeningi frá Norðoyagrunninum. P/F Royndin og Framtak komu inn í felagið í 2013.

Fyrstu árini savnaði felagið seg serliga um ílegukanngar innan krabbameinssjúkum. Í dag er høvuðsøki serliga at veita kanningar úrslit innan epilepsi. Amplexa Cenetics hevur, í tøttum samstarvi við miðstøðir innan øki og førandi serfrøðingum á økinum, ment eitt “panel”, sum ger sera viðkomandi kanningar innan hetta kliniska økið. Felagið veitir soleiðis epilepsi diagnostik til starvsfólk innan heilsurøkt kring allan knøttin.

Les meira um felagið her: http://www.amplexa.com