Felagið sniðgevur, framleiðir og selir klæðir í luksusklassa.
Framtak setti pening í felagið í 2007. Ein kapitalinnspræning frá Framtaksgrunni Føroya saman við øðrum var við til at gera klædnamerkið Guðrun & Guðrun enn kendari í altjóða mótaverðini.
Íløgan merkti, at Guðrun & Guðrun kundu satsa enn meira upp á altjóða marknaðin, og selja nú í øllum heiminum.