P/F Tutl International

P/F Tutl International var stovnað í 2012. Endamálið við felagnum var at menna og víðka søluna á útlendska marknaðinum. Saman við TF Íløgum og Royndini var Framtak við frá byrjan. Sjálvt plátufelagið TUTL var stovnað aftur í 1977, tað hava umleið 100 tónleikarar latið út útgávur gjøgnum plátufelagið TUTL.

Tað er nú serliga innan digitalu útgávurnar, sum og konsertir uttanlands, sum TUTL International hevur samla seg um. Íløgan frá fíggjarligu íleggjarunum hevur givið møguleika fyri at gera sáttmála við altjóða fyritøku um samskipan og fyrireiking av konsertferðum, bíleggingar og aðra sølu við útvaldum tónleikarum,sum eru knýttir at TUTL plátufelagnum. Hetta hevur givið ein støðugan vøkstur í søluni í útlandinum – serliga innan digitala sølu.

Les meira um felagið her: http://tutl.com