P/F iNOVA

Granskarasetrið iNOVA byrjaði sítt virksemi í juni 2013, Granskarasetrið er úrslitið av einum samstarvi millum privatar og almennar fyritøkur. Endamálið var at styrkja vísindaliga undirstøðukervið í Føroyum, stovnararnir av felagnum vóru P/F Fiskaaling, Felagið Nótaskip, P/F Bakkafrost, P/F Havsbrún, TF Holding, Framtak, P/F Luna, P/F Marine Harvest Faroes, Sp/f Tavan og MBM.

Í Granskarasetrinum er eitt serstakt vísindaligt umhvørvi, tí bæði privatar og almennar fyritøkur granska undir sama taki. Hendan samansetingin gevur betri atgongd til framkomin tól og samstarv millum granskararnar. Í iNOVA hava bæði privatar og almennar fyritøkur atgongd til nýmótans starvsstovur, framkomin tól og skrivstovur.

Eisini hava einstakir granskarar møguleika at leiga starvsstovupláss í Granskarasetrinum iNOVA eru íalt 16 pláss at leiga vistarum. Vistarar í Granskarasetrinum hava atgongd til starvsstovu- og skrivstovupláss, fundarhølið, tól v.m.

Les meira um felagið her: http://inova.fo/