Sp/F Decision 3 (GreenSteam)

GreenSteam er sprotin frá eini PHd verkætlan, sum 3 granskarar gjørdu á DTU. Til verkætlanina fingu hesir eisni víðaristuðul frá Grannskingarráðum. Endamálið við verkætlanini var at finna eina loysn, sum skuldi hjálpa reiðaríum at spara olju á skipaferðslu teirra. GreenSteam Optimisrer skipanin fær til vega og samlar øll dáta saman beinanvegin “real time” meðan skipið siglir. Hvørt minutt verða dáta samlaði um øll viðurskifti umkring skipið, soleiðis at tað ber til at mála og máta allar parametrar herí aldumáting, veður, tyngd á skipinum v.m. fyri síðan beinanvegin at trimma ferð og kós til viðurskiftini á mest effektiva hátt, so sparast kann mest møgulig av oljunýtsluni.

Framtak gjørdi íløguna í felagið í 2009 saman við P/F Royndini. Seinni varð kapitalurin hækkaður aftur, tá kom íløgufelagið P/F Birting hjá BankNordik við. Í 2013 eydnaðist at fáa útlendskar íleggjara við, tá komu BP Castrol inn í felagið.

Les meira um felagið her: http://greensteam.com/