Íverksetarafeløg í Føroyum

Kom í gongd við títt virksemi við 1 kr.

Nú ber til at stovna íverksetarafeløg í Føroyum. Hetta inniber m.a. at ein kann koma í gongd við sítt virksemi við einum kapitali á 1,- kr. Felagið skal tó samla 25% av árliga yvirskotinum upptil felagskapitalurin er áljóðandi 50.000 kr.

Ymiskar broytingar í partafelagslógini eru gjørdar, sum hava til endamáls at gera tað lættari at stovna og reka vinnufyritøkur.

Til ber nú hjá íverksetarum, sum hava hug at seta gongd á fyritøku, og sum hevur handilsligar møguleikar, men sum í byrjanini ikki hevur tørv á størri kapitalgrundarlagi, at stovna felag og koma lættari ígongd. Eitt íverksetarafelag er eitt kapitalfelag, har ábyrgdin er avmarkað, og eigararnir ikki hefta persónliga fyri skyldur felagsins. Sostatt var frá 1. Januar 2017 møguligt at seta á stovn íverksetarafelag við avmarkaðari ábyrgd við einum kapitali á 1 kr.

Sostatt kunnu íverksetarar nú stovna fyritøku innan fyri vinnufelagasrættarligar rammur við fíggjarliga avmarkaðari ábyrd.

Íverksetarafeløg skulu skrásetast hjá Skráseting Føroya.