Ráðgeving

Framtak er ein virkin viðspælari, og eru vit altíð fús at ráðgeva og vegleiða um hvørjar møguleikar tú hevur fyri at fáa fígging av virkseminum í tíni fyritøku.

Tørvurin á fígging kann fevna breitt, tað kann vera, at tú  hevur tørv at fáa stuðul til títt virksemi. Sum íverksetari kanst tú søkja Vinnuframa um stuðul til ráðgeving í sambandi við títt íverksetaravirksemi. Eisini ber til at fáa stuðul til menning av vørum og tænastum. Vinnuframi veitir ikki stuðul til íløgufígging.

Er tørvur á fígging til íløgur eru tað serliga bankarnir og aðrir fíggjarstovnar, sum bjóða fyritøkum fígging. Talan kann vera um fígging av íløgum í eitt nú framleiðslutól, bilar, maskinur ella bygningar.

Aðrar vinnuframaskipanir
Tilber at fáa ráðgeving frá øðrum vinnuframaskipanum herí Íverksetanarhúsið og Hugskotið. Eisini kann Vinnuframi fíggja ávís vinnulig átøk.

Vinnuframi
Endamálið við Vinnuframa er, at stuðla vinnuni í avmarkaðan mun – uttan at veita rakstrar- og íløgustuðul. Grunnurin stuðlar tiltøkum, sum fjøltátta vinnulívið og økja um nýtsluna av vitan. Les meira her

Hugskotið
Hugskotið bjóðar eitt kveikjandi umhvørvi, har møguleiki er at fáa ókeypis vegleiðing og innivist, og har møguleiki er at netverka við aðrar íverksetarar. Tey veita eisini ráðgeving, vegleiðing og hjálp at koma víðari við verkætlanum. Les meira her

Menningardepilin í Keypmannahavn
Er tørvur á at hava skrivstovuhøli uttanlands t.d. í Danmark, so bjóðar Sendistovan í Keypmannahavn skrivstovu- og fundarhøli, umframt ókeypis ráðgeving til føroyskar íverksetarar.
Møguleiki er hjá íverksetarafyritøkum at leiga arbeiðspláss og atgongd til fundar- og mótttøkuhøli á einari av bestu adressunum í Keypmannahavn fyri lagaligar treytir. Sostatt ber eisini til at hava fundir á staðnum í keypmannahavn. Eisini ber til at hava eina tykisskrivstovu á staðnum. Les meira her