Um Framtak

Leikluturin hjá Framtak

Framtak hevur ein serstakan leiklut í føroyska samfelagnum. Sum váðafúsur og tolin íleggjari, ger Framtak íløgur í føroyskt vinnuliv við at seta partapening í og við at veita ábyrgdarlán til nýggjar og eldri føroyskar fyritøkur.

Framtak er ein vinnurekandi grunnur og virkar eftir marknaðartreytum eins og vinnan sjálv. Tískil er leikluturin hjá Framtak sum partaeigari avmarkaður til, at fyritøkan hevur fingið gott sølubæri.

Møguligi vinningurin av søluni verður nýttur til at gera fleiri íløgur í føroyskar fyritøkur, sum grunnurin metir hava menningar-møguleikar.

Í einum altjóðagjørdum heimi virkar føroyskt vinnulív eftir somu altjóða marknaðartreytum sum altjóða vinnulív. Fortreytir broytast skjótt og nýggir møguleikar stinga seg upp. Tað er m.a. tí av alstórum týdningi, at nýggjar fyritøkur royna seg og eldri fyritøkur tillaga seg.

Hetta virksemi krevur kapital og ein tolnan íleggjara sum Framtak. Ein grunnur ið sær møguleikan fyri avkasti í langtíðarætlanum.