Mál & mið

Okkara visjón er, at Framtak varðveitir ein virknan leiklut, sum íleggjari í føroyskt vinnulív. Okkara endamál er at virka sum kveikjari fyri at menna og fjøltátta føroyska vinnulívið, samfelagnum at gagni.

Framtak hevur eina serstaka uppgávu. Vit vilja virka sum ígongdsetari í føroyskum vinnulívi, bæði tá ið tað snýr seg um eldri siðbundin feløg og møguligar framtíðar fyritøkur.

Sum vágafúsur og tolin íleggjari, hava vit møguleika at menna vinnur, har nýskapan og langtíðarætlanir eru neyðugar, og fíggjarligi vinningurin kanska ikki er her og nú, men longri frammi í tíðini.