Viðtøkur

Viðtøkur
fyri
Framtaksgrunn Føroya

Stovnari, heimstaður og navn grunnsins

§ 1. Framtaksgrunnur Føroya (grunnurin) varð stovnaður av Donsku Stjórnini og Føroya Landsstýri sambært Felagslýsing frá 17. november 1994. Sambært avtalu frá 10. juni 1998 millum donsku stjórnina og Føroya Landsstýri, hevur Danska Stjórnin endað sítt virksemi í grunninum.

Stk. 2. Grunnurin hevur heimstað í Tórshavnar kommunu, Føroyar. Grunnurin er ein vinnurekandi grunnur.

Stk. 3. Navnið hjá grunninum er Framtaksgrunnur Føroya við hjánavninum Færøernes Erhvervs-udviklingsfond (Framtaksgrunnur Føroya).

Endamál

§ 2. Endamálið hjá grunninum er til marknaðar treytir at gera íløgur í nýtt ella víðkað vinnuvirksemi í virkjum og verkætlanum, veri seg í virkir, ið hava verið fyri munandi umskipan ella skuldarumlegging, og/ella í virkir og/ella verkætlanir, ið grunnurin áður hevur gjørt íløgur í. Tað er ein treyt, at ein ella fleiri peningastovnar, við støði í egnum kreditmetingum, samstundis veita lán, sum í minsta lagi eru líka stór sum íløgan hjá grunninum, og/ella at aðrir íleggjarar skjóta inn eginpening ella ábyrgdarpening í sama mun.

Stk. 2. Íløga kann gerast sum innskot av ábyrgdarlánspeningi ella sum innskot av eginpeningi. Grunnurin má tó ikki fáa avgerandi ávirkan í virkinum.

Stk. 3. Grunnurin skal avhenda gjørdar íløgur, tá hesar eru burðardyggar og sølubarðar.

Peningur

§ 3. Stovnsfæi hjá grunninum er 101 mió. kr., av hesum er 1 mió. kr. inngoldið kontant av ávikavist Donsku Stjórnini og av Føroya Landsstýri. Harafturat varð tann 29. desember 1994 frá Donsku Stjórnini latið grunninum lán stórt 99 mió. kr., sum tann 12. november 1998 sambært avtalu frá 10. juni 1998 millum Donsku Stjórnina og Føroya Landsstýri, er niðurskrivað og innskotið sum stovnsfæ, og tann 19. mai 1995 er lán veitt grunninum frá Føroya Landsstýri stórt 99 mió. kr., harav 6 mió. kr. tann 19. juni 1998 er niðurskrivað og innskotið sum eginpeningur. Restlánið til landskassan, hereftir stórt 93 mió. kr., er rentu- og avdráttarfrítt í 10 ár eftir stovningina. Leingjan út yvir hetta av restláninum kann fara fram í semju við Føroya Landsstýri, herundir tá um lánitreytirnar ræður.

Leiðsla

§ 4. Grunnurin er undir leiðslu av nevnd við 5 limum, harav 4 limir verða tilnevndir av Føroya Landsstýri. Hesir fýra limir tilnevna við vanligum meiriluta tann fimta limin. Nevndarlimirnir verða tilnevndir fyri 4 ár í senn. Nevndin velir formannin og næstformannin. Afturval loyvist. Nevndarlimirnir kunnu frítakast frá starvinum í tíðarskeiðnum. Við varandi forfalli verða nýggir nevndarlimir tilnevndir fyri írestandi tíðarskeiðið. Starvstíðin er frá einum 1. september til ein 31. august 4 ár seinni. Sum eina skiftisreglu verður tó viðtikið, at nýval sambært hesi áseting (pr. 1. apríl 2008) fyrstu ferð er fyri tíðarskeiðið 1. apríl 2008 til 31. august 2012, tó soleiðis, at tíðarskeiðið fyri 2 av limunum, sum eru tilnevndir av Føroya Landsstýri, er fyri eitt tíðarskeið á 2 ár, at rokna fyri tíðarskeiðið frá 1. apríl 2008 til 31. august 2010, meðan hinir 2 limirnir valdir av Føroya Landsstýri, og tann av nevndini tilnevndi limur, er fyri 4 ár.

Stk. 2. Nevndarlimir skulu hava kunnleika til viðurskifti innan vinnu og búskap. Limirnir kunnu ikki vera fólkatings- ella løgtingslimir. Limirnir kunnu ikki samstundis verða nevndarlimir ella limir í stjórn í feløgum, ið grunnurin hevur fíggjarligar íløgur í.

Stk. 3. Nevndin setir stjóra til at hava í hendi dagliga og fyrisitingarliga raksturin..

§ 5. Nevndafundur er eftir tørvi, ið er neyðugur fyri at røkja uppgávurnar hjá grunninum, ella tá ein nevndarlimur, ein stjóri, grunnamyndugleikin ella føroyski skrásetingarmyndugleikin krevur tað. Nevndin er viðtøkufør, tá minst 4 limir eru til staðar. Avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta, um annað ikki er ásett í viðtøkunum. Stendur á jøvnum, er formansins ella, við formansins forfall, næstformansins atkvøða avgerandi.

Stk. 2. Grunnurin kann bert gera íløgur fyri 5 mió. kr. ella meira í eina einstaka verkætlan ella í eitt einstakt virki, um 4 nevndarlimir atkvøða fyri hesum.

Stk. 3. Ein starvsskipan ásetir nærri arbeiðið hjá nevndini. Starvsskipanin skal millum annað innihalda reglur um mannagongdina fyri íløgur, krøv til lønsemisútrokningar, tíðarkarm fyri íløgu, avhendan av íløgum, umframt enduríløgur.

Stk. 4. Samráðingarnar hjá nevndini verða førdar í fundarbók, sum skal undirskrivast av øllum limunum, ið eru til staðar. Allir nevndarlimir kunnu krevja atkvøðugreiðslu sína við viðmerkingum førda í fundarbókina. Í fundarbókini kunnu harafturat skrivast um onnur viðurskifti, ið kunnu hava áhuga hjá grunninum.

§ 6. Grunnurin verður bundin av nevndarformanninum saman við einum nevndarlimi ella av 3 nevndarlimum í felag.

Stk. 2 Møgulig ivamál um tulking av viðtøkunum hjá grunninum verða at leggja fyri grunsmyndugleikan.

Roknskapur og grannskoðan

§ 7. Fyri hvørt roknskaparár ger nevndin ein ársroknskap, ið hevur eina fíggjarstøðu, rakstrarroknskap og viðmerkingar, umframt ársfrágreiðing.

Stk. 2 Roknskaparárið fylgir álmanakkaárinum.

Stk. 3. Yvirskot skal nýtast í samsvari við endamálið hjá grunninum.

Stk. 4. Landsgrannskoðanin kann innheinta fyrilagt til gjøgnumgongd, tilfar svarandi til tað, fevnt er av § 4 í rigsrevisorloven.

§ 8. Ársroknskapur grunsins skal grannskoðast av einum av nevndini valdum skrásettum ella løggildum grannskoðara. Tilnevningin er galdandi fyri eitt ár í senn og kann til ein og hvørja tíð afturkallast.

Broyting av viðtøkum og upploysn av grunninum

§ 9. Nevndin hjá grunninum kann einmælt taka avgerð um broyting av viðtøkum grunsins. Broyting av viðtøkunum skal góðkennast av grunsmyndugleikanum.

§ 10. Avgerðin hjá nevndini um avtøku verður tikin við atliti til § 9. Avtøkustjóri verður tilnevndur av grunsmyndugleikanum.

Stk. 2. Eftir at allir kravánarar hava fingið fulnað, herundir tað í § 3 nevnda lán, verður restin av nettoognum grunsins lutað út til frama fyri endamálið hjá grunninum og/ella til alment vælgerandi endamál. Útlutingin skal góðkennast av grunnsmyndugleikanum.