Veita.fo

P/F Gist & Vist Meira av tí góða

P/F Seiggi

SpF Faroe Film

P/F FSM (Faroese Sport Management)

Sp/f Reporting Arena

Studio Block

Data Quality Systems

Gjáargarður

SO LANGT BURTUR, OG TÓ SO NÆR https://www.gjaargardur.fo/

Fríða Kaffihús

Fríða er kaffihúsið í Klaksvík, sum bjóðar eina góða uppliving og borðreiða altíð úrvælsvørur við einum smíli.

Sp/f Røkt

Røkt er eitt orkufelag, sum saman við EFFO samstarva gjøgnum dóttirfelagið Vndrøkt. Vindrøkt arbeiðir við at seta eina vindmyllu lund upp, sum skal lata treym inn á kervi hjá SEV.

Faroe Seafood 2011

Faroe Seafood er eitt sølufelag við søludeild í Fraklandi, sum í fyrstu syftu selur føroyskar fiskavørur, men eisini fiskavørur frá øðrum londum

Nemlia

Nemlia arbeiðir við loysnum innan eldraøki. Nemlia mennir alskyns nútímans tøkni, sum kann samskifta við avvarðandi, við heimarøktina ella við starvsfólk á røktarheimunum og geva teimum her og nú innlit í støðuna hjá teimum, tey ynskja at hava samband við.  https://nemlia.com/

SpF Navigare Shipping

Navigare erflutnings- og tænastufyritøka, sum gongur høgt uppí at veita tænastu á høgum støði. Høvuðssæti hjá fyritøkuni er í Runavík, men í 2015 lat ein skrivstova eisini upp í Noregi. Virksemi veksir støðugt og hevur felagið meira enn 100 fólk í starvi.  Fyritøkan hevur 13 skip í rakstri. Virksemið hjá felagnum er spjatt yvir stóran part av Europa. Umframt í Norra og Føroyum, so er virksemið eisini í Norður Frankaríkið, í Baltikum, í Onglandi, Íslandi og Svøríki. /https://navigare.fo/

P/F iNOVA

Granskarasetrið iNOVA byrjaði sítt virksemi í juni 2013, Granskarasetrið er úrslitið av einum samstarvi millum privatar og almennar fyritøkur. Endamálið var at styrkja vísindaliga undirstøðukervið í Føroyum, stovnararnir av felagnum vóru P/F Fiskaaling, Felagið Nótaskip, P/F Bakkafrost, P/F Havsbrún, TF Holding, Framtak, P/F Luna, P/F Marine Harvest Faroes, Sp/f Tavan og MBM.

Í Granskarasetrinum er eitt serstakt vísindaligt umhvørvi, tí bæði privatar og almennar fyritøkur granska undir sama taki. Hendan samansetingin gevur betri atgongd til framkomin tól og samstarv millum granskararnar. Í iNOVA hava bæði privatar og almennar fyritøkur atgongd til nýmótans starvsstovur, framkomin tól og skrivstovur.

Eisini hava einstakir granskarar møguleika at leiga starvsstovupláss í Granskarasetrinum iNOVA eru íalt 16 pláss at leiga vistarum. Vistarar í Granskarasetrinum hava atgongd til starvsstovu- og skrivstovupláss, fundarhølið, tól v.m.

Les meira um felagið her: http://inova.fo/

 

 

 

 

P/F Skansi Ship Invest og P/F Eldborg Invest

Felagið veitir tænastur innan frálandavinnu um allan heimin, men hava eina serliga ekspertisu í norsku oljuvinnuni. Hetta hevur verið møguligt, tá felagið hevur eina trygga og álítandi tænastu. Felagið er skrásett í Føroyum og hevur einans føroyska arbeiðsmegi.

Framtak gjørdi íløgu í felagið í 2011.

Les meira um felagið her: http://www.skansi.fo/

FarPay

FarPay loysnirnar virka fyri at hjálpa til at fáa peningin inn til tíðina. Við FarPay ger tað lættari og skjótari fyri fyritøkur at fáa sínar kundar at rinda fakturar. Við FarPay loysnini ber til at gjalda við øllum verandi gjaldsloysnum, eisini sjálvvirkandi gjaldingum. Koma nýggjar gjaldsloysnir ber til eisini at nýta hesar.

FarPay byrjaði virksemi í 2014, og longu nú eru meiri enn xx fyritøkur, ið nýta sipanina hjá FarPay í Føroyum. Felagið var longu í 2015 klárt at fara út á útlanda marknaðin. Tá gjørdi Framtak íløguna í felagið, hetta saman við fígging frá danska Vækstfonden hevur felagið veruliga fingið gott fótafesti á danska marknaðinum fyri gjaldsloysnir. Í 2016 fekk felagið enn ein fíggarligan styrk, tá tveir danskir “seriu íverksetarar” ynsktu at seta partapening í FarPay.

Les meira um felagið her: http://www.farpay.io/dk/

 

 

P/F Conseco (Amplexa)

Endamál felagsins er at eiga partapening í dótturfeløgum, arbeiða við ílegu- og DNA-kanningum og øðrum virksemi í hesum sambandi.

Tá Amplexa Genetics byrjaði virksemi við, var tað fyri at bjóða seg fram sum ein alternativ starvsstova innan ílegukanning. Ætlanin var, at kanningarstovan skuldi vera eitt skjótari og bíligari tilboð til sjúkrahúsini í Danmark og Føroyum. Fíggjarligir íleggjarar vóru við í verkætlanini frá byrjan, tað var fyrst við partapeningi frá Norðoyagrunninum. P/F Royndin og Framtak komu inn í felagið í 2013.

Fyrstu árini savnaði felagið seg serliga um ílegukanngar innan krabbameinssjúkum. Í dag er høvuðsøki serliga at veita kanningar úrslit innan epilepsi. Amplexa Cenetics hevur, í tøttum samstarvi við miðstøðir innan øki og førandi serfrøðingum á økinum, ment eitt “panel”, sum ger sera viðkomandi kanningar innan hetta kliniska økið. Felagið veitir soleiðis epilepsi diagnostik til starvsfólk innan heilsurøkt kring allan knøttin.

Les meira um felagið her: http://www.amplexa.com

P/F Smyril Line

Endamál felagsins er at eiga og reka sjóvegis ferðafólkaflutning við ferjuni M/S Norrøna. Ferjan er í fastari sigling millum Føroyar, Danmark og Ísland. Framtak kom inn í felagið í 2005. Felagið hevur í fleiri umførum fingið nýggjan kapital, tað hava verið bæði fíggjarligir íleggjarar saman við øðrum privatum, sum hava verið við til at fíggja virksemi, sum ofta hevur verið í tungum sjógvi. Av tí henda sjóvegis ferðaflutningstænasta hevur verið einasta tilboð til ferðafólk, valdi Føroya Landsstýrið at koma við einum parti av kapitalhækkingini í 2008. Í 2015 seldi Framtak meginpartin av partabrøvunum í felagnum og TF Holding seldi allan sín partapening til P/F 12.11.11, sum er eitt felag undir samtakinum Skansi Offshore. Felagið hevur funnið eina støðuga legu og hevur haft góð úrslit fýra tey seinastu árini, har eisini hevur verið møguleiki fyri at útgjalda vinningsbýti til parteigararnar.  

Les meira um felagið her: www.smyrilline.fo

Vilt tú ganga nýggjar leiðir

Tað kann ofta vera trupult at fáa fatur á fígging til vakstrarætlanir. Trupulleikin er ofta neyðuga trygdin, sum skal til fyri at fáa eitt lán, ella at eginognin er ov lítil til at bera eitt lán.  Hevur tú eina vakstrarætlan fyri virkið, kunnu vit møguliga hjálpa við at fíggja menningina av tínari fyritøku. Framtak kann fíggja við partapeningi og ábyrgdarlánið.

 

 

Eigur tú eitt hugskot ella eina verkætlan

So kann Framtak møguliga hjálpa. Framtak kann vera við til at fíggja alla nýskapan ella dagføring av tínum felagið.  Eisini kunnu vit vera við at fíggja eina víðkan av virkseminum ella tínar ætlanir um at fara inn á nýggjar marknaðir. Vit kunnu fíggja við partapeningi og ábyrgdarláni.

Hello world!

Welcome to WordPress. This is your first post. Edit or delete it, then start writing!