Fríða er kaffihúsið í Klaksvík, sum bjóðar eina góða uppliving og borðreiða altíð úrvælsvørur við einum smíli.
Røkt er eitt orkufelag, sum saman við EFFO samstarva gjøgnum dóttirfelagið Vndrøkt. Vindrøkt arbeiðir við at seta eina vindmyllu lund upp, sum skal lata treym inn á kervi hjá SEV.

Granskarasetrið iNOVA byrjaði sítt virksemi í juni 2013, Granskarasetrið er úrslitið av einum samstarvi millum privatar og almennar fyritøkur. Endamálið var at styrkja vísindaliga undirstøðukervið í Føroyum, stovnararnir av felagnum vóru P/F Fiskaaling, Felagið Nótaskip, P/F Bakkafrost, P/F Havsbrún, TF Holding, Framtak, P/F Luna, P/F Marine Harvest Faroes, Sp/f Tavan og MBM. Í Granskarasetrinum er…

Felagið veitir tænastur innan frálandavinnu um allan heimin, men hava eina serliga ekspertisu í norsku oljuvinnuni. Hetta hevur verið møguligt, tá felagið hevur eina trygga og álítandi tænastu. Felagið er skrásett í Føroyum og hevur einans føroyska arbeiðsmegi. Framtak gjørdi íløgu í felagið í 2011. Les meira um felagið her: http://www.skansi.fo/

FarPay loysnirnar virka fyri at hjálpa til at fáa peningin inn til tíðina. Við FarPay ger tað lættari og skjótari fyri fyritøkur at fáa sínar kundar at rinda fakturar. Við FarPay loysnini ber til at gjalda við øllum verandi gjaldsloysnum, eisini sjálvvirkandi gjaldingum. Koma nýggjar gjaldsloysnir ber til eisini at nýta hesar. FarPay byrjaði virksemi…

Endamál felagsins er at eiga partapening í dótturfeløgum, arbeiða við ílegu- og DNA-kanningum og øðrum virksemi í hesum sambandi. Tá Amplexa Genetics byrjaði virksemi við, var tað fyri at bjóða seg fram sum ein alternativ starvsstova innan ílegukanning. Ætlanin var, at kanningarstovan skuldi vera eitt skjótari og bíligari tilboð til sjúkrahúsini í Danmark og Føroyum….

Endamál felagsins er at eiga og reka sjóvegis ferðafólkaflutning við ferjuni M/S Norrøna. Ferjan er í fastari sigling millum Føroyar, Danmark og Ísland. Framtak kom inn í felagið í 2005. Felagið hevur í fleiri umførum fingið nýggjan kapital, tað hava verið bæði fíggjarligir íleggjarar saman við øðrum privatum, sum hava verið við til at fíggja…