Nýggj fyritøka
Framtak kann sum íleggjari veita fígging til menningarstigið í eini verkætlan, har aðrir íleggjarar ikki taka við, fyrr enn verkætlanin er komin longur ávegis. Eisini kann Framtak saman við øðrum fíggjarligum íleggjarunum vera við til at lyfta í felag, har váðin er stórur. Les meira
Víðkan av virkseminum
Hevur tú tørv á at víðka virksemi í fyritøkuni, antin fyri at økja um søluna, ella hevur tú trupulleika at fylgja við søluni og eftirspurningi frá kundunum, so ber til hjá Framtak, saman við øðrum antin banka og/ella fíggjarligum íleggjarum at fíggja víðkanina av virkseminum í tínari fyritøku. Les meira
Menna nýggjar vørur
Hevur tú ment eina vøru, sum tú ynskir at framleiða, men tær mangler kapital til at koma í gongd, kann Framtak møguliga vera við at fíggja hesum. Les meira
Røkka nýggjum marknaðum
Tað er ofta sera kapital krevjandi at arbeiða seg inn á nýggjar marknaðir serliga uttanlands. Les meira
Fá ein íleggjara
Ynskir tú at vaksa og koma út um landoddarnar, tá kann ein nýggjur íleggjari vera júst tað rætta fyri teg og fyritøkuna. Framtak kann vera við til at hjálpa tær at við at fáa samband við íleggjarar í Føroyum ella uttanlands. Les meira
Aðrir íleggjarir
Almenni danski fíggjar- og íløgugrunnurin, Vækstfonden, bjóðar nú føroyskum fyritøkum fleiri møguleikar fyri fígging. Fíggingarloysnirnar eru serliga ætlaðar fyritøkum, sum arbeiða við vakstrar- og ella menningarætlanum. Les meira