Framtak kann gera bæði stórar og smáar íløgur. Støddin á íløguni vil í hvørjum einstøkum føri vera tengd at íløgutørvi, vága og íløguhuganum hjá øðrum íleggjarum og lángevum, soleiðis at verkætlanin fær eina góða javnvág og bestu vakstrar-møguleikarnar.
Okkara íløga er tó treytað av, at annar íleggjari ella banki veitir eins stóra upphædd í partapeningi og/ella láni.
Framtak kann sum íleggjari veita fígging til menningarstigið í eini verkætlan, har aðrir íleggjarar ikki taka við, fyrr enn verkætlanin er komin longur ávegis.
Framtak kann saman við øðrum íleggjarum kann eisini vera við til at lyfta í felag, har vágin er lutfallsliga stórur. Tað kann bæði vera galdandi, tá talan er um stovnan av nýggjari fyritøku, og tá eldri fyritøkur ganga nýggjar leiðir og víðka um virksemið.