FRAMTAK er ein vinnurekandi grunnur og virkar eftir marknaðartreytum eins og vinnan sjálv. Tískil er leikluturin hjá Framtak sum partaeigari avmarkaður til, at fyritøkan hevur fingið gott sølubæri. Møguligi vinningurin av søluni verður nýttur til at gera fleiri íløgur í føroyskar fyritøkur, sum grunnurin metir hava menningarmøguleikar.
Partapening / ábyrgdarlán
Framtak kann bæði vera við í teim størri og minni íløgunum. Íløgur, sum grunnurin er við í, skulu vera grundaðar á marknaðartreytir.
Fígging
Framtak kann sum íleggjari veita fígging til menningarstigið í eini verkætlan, har aðrir íleggjarar ikki taka við, fyrr enn verkætlanin er komin longur ávegis.
Umsókn
Tað er umráðandi at fáa gjørt eina góða virkisætlan, so vit hava eitt gott grundarlag fyri at viðgera og taka støðu til umsóknina so skjótt sum gjørligt.