550100 / 213193 framtak@framtak.fo

Íløgur

Faer Isles Distillery

Faer Isles Distillery hevur frá fyrsta degi verið drivið av eldhuga. Íverksetanarandi og ein djúpur kærleiki til smaksupplivingar og spiritus hava borið felagið frá stovnanini av fyrsta whiskysmakksfelagnum í Føroyum og fram til í dag.

Meira av tí góða

Meira av tí góða er felags gávukortið til tey 19 matstøðini, caféirnar og hotellini hjá Gist & Vist.

Data Quality Systems

Nemlia

Nemlia arbeiðir við loysnum innan eldraøki. Nemlia mennir alskyns nútímans tøkni, sum kann samskifta við avvarðandi, við heimarøktina ella við starvsfólk á røktarheimunum og geva teimum her og nú innlit í støðuna hjá teimum, tey ynskja at hava samband við.

Tváttur

Tváttur er eitt reinsarí og vaskarí, ið leigar út, reinsar og vaskar klæði til einstaklingar, vinnufyritøkur og almennar stovnar. Felagið nýtur nútímans tøkni fyri at tryggja eina javna góðsku, og menna alsamt okkara tænastustig, til tess at nøkta krøv kundans.

P/F Seiggi

Føroyskt handverk

Í túsund ár hava føroyingar gingið í klæðum úr føroyskari ull, men sum frá leið valdu guðrun & guðrun kvantitet fram um kvalitet.

P/F iNOVA

Granskarasetrið er úrslitið av einum samstarvi millum privatar og almennar fyritøkur. Endamálið var at styrkja vísindaliga undirstøðukervið í Føroyum.

P/F Smyril Line

Endamál felagsins er at eiga og reka sjóvegis ferðafólkaflutning við ferjuni M/S Norrøna.

Kodio

Kodio eru serfrøðingar í at skapa heildarloysnir, har bæði heimasíður, intranet, teldupostar og grafisk sniðgeving eru tænasturnar, alt á einum stað!

Petur Larsen

P/F Petur Larsen hevur 50 ár á baki og hevur øll árini veitt viðlíkahald, tænastur og eykalutir til Baader maskinur.

Spinnaríið við ánna

Stigtakararnir aftanfyri felagið hava sett sær fyri at endurreisa føroysku ullina til aftur  at vera eitt natúrligt ríkidømi – eitt virðismikið og burðardygt tilfeingi. Tey spinna føroysku ullina aftur til gull.

Sp/f Faroe Film

Fríða Kaffihús

Fríða er kaffihúsið í Klaksvík, sum bjóðar eina góða uppliving og borðreiða altíð úrvælsvørur við einum smíli.

Spírar & sporar

Felagið framleiðir salat og kryddurtir við væturøkt (hydrophonics). Framleiðslan er umhvørvisvinarlig og grønmeti er av høgari góðsku við langum haldføri.

Navigare

Fyritøkan bleiv sett á stovn av Højgaard familjuni, og øðrum, í 1966. Fyrsta skipið kallaðist “Pilot”, og var hetta ein sokallaður sandbátur.

Sp/f Røkt

Røkt er eitt orkufelag, sum saman við EFFO samstarva gjøgnum dóttirfelagið Vindrøkt. Vindrøkt arbeiðir við at seta eina vindmyllu lund upp, sum skal lata treym inn á kervi hjá SEV.

Skansi Offshore

Felagið veitir tænastur innan frálandavinnu um allan heimin, men hava eina serliga ekspertisu í norsku oljuvinnuni. Hetta hevur verið møguligt, tá felagið hevur eina trygga og álítandi tænastu. Felagið er skrásett í Føroyum og hevur einans føroyska arbeiðsmegi. Framtak gjørdi íløgu í felagið í 2011.