Nýggj fyritøka
Framtak kan saman við øðrum fíggjarligum íleggjarum vera við til at lyfta í felag, har váðin er stórur. Framtak kann eisini, sum íleggjari veita fígging til menningarstigið í eini verkætlan, har aðrir íleggjarar ikki taka við, fyrr enn verkætlanin er komin longur ávegis.
Er tú júst byrjað/ur virksemi og sostatt nýggj/ur á marknaðinum, men hevur fyngið rættuliga góða gongd á søluna og tí manglar fígging fyri at vaksa um virksemi, kunnu vit vera við og hjálpa tær víðari.
Tað kann ofta vera trupult í fyrstani at fáa neyðugu bankafíggingina, tá fyritøkan er nýggj, og tí ikki hevur tey neyðugu søguligu fíggjartølini at vísa eina søguliga gongd. Hetta kann t.d. vera tøl fyri sølu og framleiðslu, sum ofta er ein treyt fyri at fíggjarstovnar kunnu vera við at fíggja. Tá kann Framtak í summum førum vera við til at hjálpa við at fíggja vøksturin.
Vit kunnu hjálpa nýggjum fyritøkum, sum longu eru í gongd og hava eina ávísa sølu, at fáa enn størri ferð á vøksturin. Um fíggjarstovnarnir ikki kunnu koma við øllum neyðuga kapitalinum, so kunnu vit vera við og samstarva við bankan og møguliga grannskoðaran um at snikka bestu loysnina fyri tína fyritøku.
Okkara íløga er tó treytað av, at annar íleggjari ella banki veitir eins stóra upphædd í partapeningi og/ella láni.
Víðkan av virkseminum
Hevur tú tørv á at víðka virksemi í fyritøkuni, antin fyri at økja um søluna, ella hevur tú trupulleika at fylgja við søluni og eftirspurningi frá kundunum, so ber til hjá Framtak, saman við øðrum antin banka og/ella fíggjarligum íleggjarum at fíggja víðkanina av virkseminum í tínari fyritøku.
Tað kann vera til t.d. útvegan av útgerð, maskinum ella kt-skipanum. Men fíggingin kann eisini vera neyðug til at fíggja likviditet til nýggjar rávørur ella til at fíggja neyðugu goymslubindingina.
Um fíggjarstovnarnir ikki kunnu koma við við øllum neyðuga kapitalinum, so kunnu vit vera við og samstarva við bankan og møguliga grannskoðaran um at snikka bestu loysnina fyri tína fyritøku.
Framtak kann gera bæði stórar og smáar íløgur. Støddin á íløguni vil í hvørjum einstøkum føri vera tengd at íløgutørvi, vága og íløguhuganum hjá øðrum íleggjarum og lángevum, soleiðis at verkætlanin fær eina góða javnvág og bestu vakstrar-møguleikarnar.
Menna nýggjar vørur
Framtak kann gera íløgur í verandi fyritøkur. Til dømis kann talan vera um eldri fyritøkur við ríkari søgu og gamlari siðvenju, men sum vilja ganga nýggjar leiðir.
Nýggjar leiðir umfata millum annað at laga fyritøkuna til broyttar umstøður, til dømis við at menna nýggjar vørur og betra kappingarførið á altjóða marknaðinum.
Tá fari verður undir nýggja framleiðslu, skal goymslan ofta dagførast og/ella framleiðslutól skiftast út, her kunnu vit vera við og hjálpa at fíggja nýíløgur.
Íløgan kann gerast við at víðka um kapitalin í verandi fyritøku, ella at fyritøkan og Framtak, og møguliga øðrum íleggjarum seta á stovn nýtt felag.
Røkka nýggjum marknaðum
Tað er ofta sera kapital krevjandi at arbeiða seg inn á nýggjar marknaðir serliga uttanlands.
Fyri at røkka endamálinum er kanska tørvur á at víðka ella tillaga framleiðsluna, styrkja søluvirksemi, útbúgva starvsfólkini, fíggja størri vørugoymslu og so framvegis. Hesum kunnu vit hjálpa við, tá tú ynskir at arbeiða við at koma inn á nýggjar marknaðir.
Um fíggjarstovnarnir ikki kunnu koma við øllum neyðuga kapitalinum, so kunnu vit vera við og samstarva við bankan og møguliga grannskoðaran um at snikka bestu loysnina fyri tína fyritøku.
Fá ein íleggjara
Yyvirlit yvir íleggjarar í Føroyum
P/F Royndin
Sum partur av langtíðaríløgunum hjá LÍV varð íløgufelagið P/F Royndin sett á stovn í 2005. Endamálið við felagnum er sum framtaksfelag at gera íløgur í fyrst og fremst føroyskt vinnuvirksemi við avkasti fyri eyga og samstundis stimbra føroyskum fyritøkum at mennast og vaksa. Íløgurnar hjá felagnum verða í høvuðsheitum gjørdar í partabrøv í fyritøkum, ið byggja á frambrot og nýggja tøkni. Hesin parturin av íløguvirkseminum hjá LÍV er lagdur í eitt sjálvstøðugt felag fyri at fáa ein greiðan skilnað millum virksemið hjá LÍV og virksemið hjá íløgufelagnum P/F Royndini. www.liv.fo/royndin
P/F Tjaldur
Føroyagrunnurin frá 1971
Postboks 158
FO- 700 Klaksvík
Norðoya Íløgufelag
Postboks 158
FO-700 Klaksvík