550100 / 213193 framtak@framtak.fo

Partapening

Framtak kann bæði vera við í teim størri og minni íløgunum. Íløgur, sum grunnurin er við í, skulu vera grundaðar á marknaðartreytir. Støddin á íløguni er í hvørjum einstøkum føri tengd at íløgutørvi, vága og íløguhuganum hjá øðrum íleggjarum og fíggjarstovnum. Hetta er umráðandi fyri at verkætlanin fær eina góða javnvág og bestu vakstrarmøguleikarnar. Vit gera íløgur í verandi virkir, men eisini í nýggjar innovativar fyritøkur, sum hava víst nøkur góð úrslit. Framtak ger helst íløgur í verkætlanir har góður møguleiki eru fyri vøkstri á marknaði uttanlands. Hetta kann gera seg galdandi, bæði tá talan er um stovnan av nýggjari fyritøku, og tá eldri fyritøkur ganga nýggjar leiðir og víðka um virksemið.

Vit gera helst íløgu í fyritøkur, sum hava eina liðugt menta vøru og sum hava nátt eina merkbara marknaðarstøðu á einum ávísum marknaði. Tó kunnu vit eisini vera við, um talan er um eitt produkt ella tænastu, har menningin er við at vera liðug, so vøran er nærum klár at vera innførd á marknaðin.

Virkisætlanin fyri tykkara virksemi er eitt sera týdningarmikið amboð í samskiftinum millum okkum. Tí eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við okkum, har vit fáa samskift um virkisætlanina. Hetta verður sjálvandi viðgjørt í trúnaði.

Ábyrgdarlán

Vit hava eisini møguleikan fyri at veita ábyrgdarlán.

Hevur tú trupulleika við at fáa økt um størri fígging frá fíggjarstovnum, tí eginfíggingin er lutfalsliga lítil, kann eitt ábyrgdarlán møguliga vera ein loysn.

Ábyrgdarlánið kann styrkja soliditetin. Ábyrgdarlánini standa aftanfyri aðra lániskuld í felagnum, men frammanfyri partapeningin.

Einki krav um trygd
Ábyrgdarlánið verður, mótsatt vanligum lánum, veitt uttan trygd.