550100 / 213193 framtak@framtak.fo

Framtak ger íløgu í Sp/f Intra til vøkstur uttanlands

Sp/f Intra hevur síðstu 8 árini fingið stóran marknaðarpart av intranetunum í Føroyum. Tí varð avgerð tikin um, at royna seg á útlendska marknaðinum, og hevur Intra fyri tað mesta arbeitt í Grønlandi og Danmark.

Sp/f Intra hevur nú eisini keypt danska fyritøku, sum hevur veitt intranetsloysnir á danska marknaðinum seinastu 15 árini, og keypið víðkar munandi um kundaskaran hjá felagnum í Danmark.

Í samband við danska uppkeypið hevur Framtak sett pening í Sp/f Intra og eigur nú 10% av fyritøkuni.

Ben Arabo, stjóri í Framtak sigur: ”Fyri okkum er hetta ein spennandi íløga í eina føroyska KT-fyritøku, ið veksur bæði innanlands og uttanlands, har møguleikarnir eru stórir. Vit gleða okkum til eitt gott og gevandi samstarv.”

Jaspur Langgaard, stjóri í Sp/f Intra sigur: ”Keypið av danska felagnum er eitt týdningarmikið stig í okkara vakstrarætlanum uttanfyri Føroyar, og vit eru sera fegin um, at kunna styrkja um kapitalgrundarlagið við at Framtak setir pening í Sp/f Intra.”

Eftir uppkeypið hevur Intra 400 kundar við íalt 32.000 brúkarum. Hetta merkir samstundis at Intra hevur størri afturvendandi inntøkur frá útlandinum enn tað hevur á heimamarknaðinum.

Um Sp/f Intra
Intra, sum hevur skrivstovu í Saltangará, hevur 7 starvsfólk við virksemi í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Stjóri er Jaspur Langgaard, og í nevndini sita Ulf Bech Christensen, formaður, Jaspur Langgaard, Reimund Langgaard og Ben Arabo.

Faer Isles Distillery

Faer Isles Distillery

Faer Isles Distillery hevur frá fyrsta degi verið drivið av eldhuga. Íverksetanarandi og ein djúpur kærleiki til...