iNOVA
Granskarasetrið iNOVA byrjaði sítt virksemi í juni 2013, Granskarasetrið er úrslitið av einum samstarvi millum privatar og almennar fyritøkur. Endamálið var at styrkja vísindaliga undirstøðukervið í Føroyum, stovnararnir av felagnum vóru P/F Fiskaaling, Felagið Nótaskip, P/F Bakkafrost, P/F Havsbrún, TF Holding, Framtak, P/F Luna, P/F Marine Harvest Faroes, Sp/f Tavan og MBM.
Í Granskarasetrinum er eitt serstakt vísindaligt umhvørvi, tí bæði privatar og almennar fyritøkur granska undir sama taki. Hendan samansetingin gevur betri atgongd til framkomin tól og samstarv millum granskararnar. Í iNOVA hava bæði privatar og almennar fyritøkur atgongd til nýmótans starvsstovur, framkomin tól og skrivstovur.
Eisini hava einstakir granskarar møguleika at leiga starvsstovupláss í Granskarasetrinum iNOVA eru íalt 16 pláss at leiga vistarum. Vistarar í Granskarasetrinum hava atgongd til starvsstovu- og skrivstovupláss, fundarhølið, tól v.m.
Les meira um felagið her: http://inova.fo/
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Úrslitið hjá FRAMTAK eftir skatt fyri 2023 var ein vinningur á 14,1 mió, sum svarar til eitt miðaleginpeningsavkast á 19,6%....
Navigare Shipping brynjar seg til framtíðina við 4 nýggjum skipum
Byggja nýtt Navigare Shipping hevur gjørt avtalu um at byggja fýra nýggj farmaskip. Skipini verða 90m til longdar við einum...