Intra hevur eitt skraddaraseymað føroyskt intranet, har til ber einfalt, lætt og effektivt at samskifta innanveggja í fyritøkum og á stovnum.
Felagið hevur síðstu 8 árini fingið stóran marknaðarpart av intranetunum í Føroyum. Felagið er eisini aktivt á grønlendska og íslendska marknaðinum. Seinastu árini hevur eisini verið arbeitt við at koma á danska marknaðin. Intra hevur tí í ár keypt eina danska fyritøku, sum hevur veitt intranetsloysnir á danska marknaðinum seinastu 15 árini. Keypið víðkar munandi um kundaskaran hjá felagnum í Danmark, har felagið hevur størri afturvendandi inntøkur frá útlandinum enn tað hevur á heimamarknaðinum.
Intra, sum hevur skrivstovu í Saltangará, hevur 7 starvsfólk við virksemi í Føroyum, Grønlandi og Danmark.
Stjóri er Jaspur Langgaard, og í nevndini sita Ulf Bech Christensen, formaður, Jaspur Langgaard, Reimund Langgaard og Ben Arabo.
Les meira her: intra.fo
Framtak hevði 21,4 mió kr. í vinningi í 2024
Úrslitið hjá FRAMTAK eftir skatt fyri 2024 var ein vinningur á 21,4 mió kr., sum svarar til eitt miðaleginpeningsavkast á 23,8%....
Spírar og Sporar gjørdist ársins Vinnuátak 2024
Á ársins Vinnudegi 2024 avgjørdi ein samd dómsnevnd at lata Spírar og Sporar heiðurin ársins vinnuátak. Tað varð gjørt á...