550100 / 213193 framtak@framtak.fo

Navigare Shipping brynjar seg til framtíðina við 4 nýggjum skipum

Byggja nýtt
Navigare Shipping hevur gjørt avtalu um at byggja fýra nýggj farmaskip. Skipini verða 90m til longdar við einum lastikapasiteti á 5.300 tons ella 7.800m3. Í dag er størsti lastikapasiteturin í felagnum 4.650 tons ella 6.000m3.
 
Seinastu 15 árini hevur Navigare Shipping ment seg til at reka ein flota við 15 skipum, ið sigla fyri kundar í Føroyum og uttanlands. Higartil hevur felagið keypt eldri skip og umbygt tey eftir tørvinum hjá felagnum. Nú virksemið er vorðið so stórt, so metir felagið, at tíðin er búgvin at endurnýggja flotan við at byggja nýggj skip. Hetta fer at tryggja burðardyggari flutning og betri manningarviðurskiftir.
 
Tey fýra nýggju skipini, sum skulu byggjast í Hollandi, fara at minka munandi um útlátið, tá samanborið verður við skip í tilsvarandi stødd hjá felagnum. Eisini fara nýggju skipini at klára at flyta størri nøgdir, ið merkir, at útlátið lækkar munandi fyri hvørt flutt tons. Í skipunum verður gjørt klárt til landstreym við battarískipan, ið avmarkar útlát og ljóðdálking, tá skipið liggur í havn. Eisini verða skipini klárgjørd til ísetan av mekaniskum seglum og verða bygd so, at skiftast kann til metanol sum brennievni í framtíðini. Eftir ætlan skal fyrsta skipið verða klárt at fara í vinnu síðst í 2025, og verða hini 3 skipini leverað í 2026 og 2027.
 
“Vit hava tryggjað, at skipini, sum skulu byggjast, eru sniðgivin júst til okkara tørv, soleiðis at vit kunnu veita kundum okkara tí bestu tænastuna, betra um manningaviðurskiftini, samstundis sum skipini er so umhvørvisvinarlig sum gjørligt, sum tryggjar ein grønari flutning”, sigur Álvur Højgaard stjóri í Navigare Shipping.
 
Árið 2023 hilnaðist væl
Hóast hækkandi rentur tyngdi rakstur felagsins nakað, so hilnaðist 2023 væl hjá felagnum.
Ársúrslitið hjá Navigare Shipping fyri 2023 gjørdist 29 mió.kr., sum er áleið sama støði sum 2022.
 
Nýggjur kapitalur í felagið
Í samband við at felagið hevur lagt nýggja strategi við at byggja nýggj skip, er avgjørt at styrkja felagið við nýggjum eigarum. Í hesum sambandi hava bæði verandi og nýggju partaeigarnir skotið pengar inn í Navigare Shipping.
 
P/F Royndin, sum hevur verið partaeigari síðani 2009 er keypt út, og nýggjur partaeigari er RMV Holding, sum er ein samanrenning av fleiri íleggjarum. Sp/f Navigare, við beiggjunum Álvur, Jan, Anfinn og Bárður Højgaard, og Framtak eru framhaldandi partaeigarar í Navigare Shipping.
Framtak hevði eitt gott ár í 2023

Framtak hevði eitt gott ár í 2023

Úrslitið hjá FRAMTAK eftir skatt fyri 2023 var ein vinningur á 14,1 mió, sum svarar til eitt miðaleginpeningsavkast á 19,6%....