P/F Petur Larsen hevur 50 ár á baki og hevur øll árini veitt viðlíkahald, tænastur og eykalutir til Baader maskinur. Tey seinastu hevur fyritøkan i ment mekaniskar og talgildar loysnir til eldri flakamaskinur, sum betra um raksturin og úrtøkuna hjá hvítfiskavinnuni. Í 2020 fór fyritøkan undir at menna eina nútímans talgilda flakamaskinu frá botni.
Týska fyritøkan BAADER, sum er ein av heimsins størstu maskinframleiðarum til fiskivinnuna, keyptu verkætlanina og rættindini at framleiða og selja maskinuna, sum Petur Larsen hevur ment.
Tað er ein stór og kostnaðarmikil uppgáva at menna nýggjar flakamaskinur og vinna seg inn á ein nýggjan marknað. Tí setti Framtak saman við Petur Larsen, NM Holding og Farcod eitt nýtt felag á stovn, sum skal vinna seg inn á altjóða flakamarknaðin við talgildum, kappingarførum flakamaskinum og nýmótans umsitingarloysnum.
Les meira her: https://pl.fo/renovated-machines/
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Úrslitið hjá FRAMTAK eftir skatt fyri 2023 var ein vinningur á 14,1 mió, sum svarar til eitt miðaleginpeningsavkast á 19,6%....
Navigare Shipping brynjar seg til framtíðina við 4 nýggjum skipum
Byggja nýtt Navigare Shipping hevur gjørt avtalu um at byggja fýra nýggj farmaskip. Skipini verða 90m til longdar við einum...