550100 / 213193 framtak@framtak.fo

Spírar og Sporar gjørdist ársins Vinnuátak 2024

Á ársins Vinnudegi 2024 avgjørdi ein samd dómsnevnd at lata Spírar og Sporar heiðurin ársins vinnuátak. Tað varð gjørt á Vinnudegnum 20. september 2024.

Spírar og Sporar framleiðir fleiri sløg av grønmeti og kryddurtum heilt uttan eiturevnir. Hartil verður virksemið víðkað, og í komandi ári verður farið undir at framleiða millum annað soppar.

Væturøkt ella hydroponics er ein háttur at framleiða og dyrka plantur uttan mold. Framleiðsluhátturin  brúkar umleið 80-90% minni vatn enn siðbundin landbúnaðarframleiðsla við mold. Hartil ger hydroponics tað møguligt at dyrka nógv meira og skjótari grøði á einum lítlum øki samanborið við vanligan landbúnað.

Á henda hátt ber til at dyrka alskyns salat og grønt t.d. batavia salat, dild, rosemarin, timian og persillu uttan mun til veður og vind, sum vit í Føroyum jú altíð mugu hava atlit til.

Málið er at alt salat og annað viðbrekið grønmeti, sum tørvur er á í Føroyum, eisini verður framleitt í Føroyum uttan eiturevni og stuttflutt.

Framtak eigur 21% í Spírum og Sporum.

Framtak hevði eitt gott ár í 2023

Framtak hevði eitt gott ár í 2023

Úrslitið hjá FRAMTAK eftir skatt fyri 2023 var ein vinningur á 14,1 mió, sum svarar til eitt miðaleginpeningsavkast á 19,6%....